Call Us:
+298 20 44 44
Email Us:
info@jt.fo

Fíggjarleiðari (CFO) til JT electric

Vegna vaksandi virksemi, bæði í Føroyum og uttanlands, leita vit eftir einum dugnaligum CFO við altjóða royndum, sum kann hava ábyrgdina av tí fíggjarliga partinum av feløgunum hjá JT electric í Føroyum, Skotlandi, Pólandi og í Danmark.

Fíggjarleiðari (CFO) til JT electric

Vegna vaksandi virksemi, bæði í Føroyum og uttanlands, leita vit eftir einum dugnaligum CFO við altjóða royndum, sum kann hava ábyrgdina av tí fíggjarliga partinum av feløgunum hjá JT electric í Føroyum, Skotlandi, Pólandi og í Danmark.

Um starvið

Sum fíggjarleiðari hevur tú ábyrgdina av tí fíggjarliga partinum í øllum feløgunum hjá JT electric. Tú kemur at arbeiða tætt saman við stjóranum og leiðsluni í felagnum í Føroyum og í teimum útlendsku dóttirfeløgunum.

Arbeiðsstaðurin er á Kambsdali, men tú kemur javnan at arbeiða uttanlands saman við leiðslunum í okkara dóttirfeløgum.

Útbúgving og førleikar

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir við fíggjarstýring, fíggjarætlanum og roknskapi
  • Tú hevur viðkomandi starvsroyndir uttanlands
  • Tú tosar og skrivar flótandi føroyskt, enskt og danskt/norðurlendskt
  • Tú ert skipað/ur og megnar at arbeiða við nógvum bóltum í luftini
  • Tú arbeiðir væl saman við øðrum fólkum

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einari fyritøku, sum ger seg galdandi á altjóða marknaðinum, har tú fært sett tíni fingramerkir. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar, og veita bestu tænastuna til okkara kundar. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu. Starvið verður sett 1. januar 2021.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum skulu sendast til Suna Justinussen, stjóra, á sj@jt.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 27. november 2020. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Spurningar

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Suna Justinussen á tel. 774440 ella á sj@jt.fo

Stutt um okkum

JT electric er ein føroysk fyritøka, ið framleiðir tøkniligar vørur og KT skipanir til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laksi í nógvum alibrúkum kring heimim. Við 70 røskum og dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og í Pólandi miðja vit eftir at vera í fremstu røð av tøkniligum veitarum til alivinnuna.

Talk to the specialist

We are Here to Help You!

Thank you! One of our colleagues will get back to you shortly.
Oops! Something went wrong while submitting the form.