Vegna vaksandi virksemi, bæði í Føroyum og uttanlands, leita vit eftir einum dugnaligum KT-supportara, sum trívist í einum tøkniligum og avbjóðandi umhvørvi. Sum KT-supportari verður tú við til at uppseta og supportera føroyskar KT loysnir og tøkniligar skipanir til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.
Sum KT-supportari arbeiðir tú tætt saman við okkara deildum innan menning, tænastu og framleiðslu. Tú kemur at hava tætt samskiftið við okkara kundar og veitir teimum tí bestu tænastuna.
Arbeiðsstaðurin er á JT electric á Kambsdali.
Tú fært nógvar spennandi uppgávur:
Vit ímynda okkum at tú:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einari fyritøku, sum ger seg galdandi á altjóða marknaðinum, har tú fært sett tíni fingramerkir. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar, og veita bestu tænastuna. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast tilber.
Umsókn við CV og prógvum skulu sendast til Leif Johannesen, menningarleiðara á leif@jt.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi sum skjótast. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leif Johannesen á tel. 774462 ella á leif@jt.fo
JT electric er ein føroysk fyritøka, ið framleiðir tøkniligar vørur og KT skipanir til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laksi í meira enn 60 alibrúkum, og okkara kameraskipanir eru virknar ið meira enn 500 aliringum kring heimim. Við 40 røskum og dugnaligum starvsfeløgum miðja vit ímóti at vera í fremstu røð av tøkniligum veitarum til alivinnuna.