Ynskir tú at læra til elektrikara? Vit søkja eftir lærlingi at byrja skjótast til ber. Tú fært møguleika at læra í eini fyritøku, sum bæði arbeiðir í Føroyum og uttanlands.
Vit vænta, at tú sum persónur ert:
Raskur og arbeiðssamur
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur SIT I ella SIT II.
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur@jt.fo ella tlf. 77 44 60.
Hevur hetta tín áhuga, send umsóknina til leivur@jt.fo.
JT electric er ein føroysk fyritøka, sum framleiðir tekniskar vørur og KT skipanir til alivinnuna kring heimin. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laksi í nærum 50 alibrúkum kring heimim.
Við 33 røskum og dugnaligum starvsfeløgum miðja vit í móti at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.